Ongi úrslit

Nógv grindaboð í seinastuni – men lata alt fara

Áki Bertholdsen
19. oktober kl. 10:15

Hesar seinastu dagarnar hava nógv fólk ringt til løgregluna við grindaboðum. Men tá ið tað er kannað, hevur tað hvørja ferð víst seg, at talan hevur ikki verið um grindahvalir.

Í onkrum føri hevur talan verið um hvesssingar, men nakrar ferðir hevur eisini verið talan um springarar, sum tey hava latið fara.

Tvær ferðir í gjár varð boðað frá grind: fyrru ferðirnar um Hestfjørð og seinnu ferðirnar uttan fyri Glyvursnes.

Men løgreglan sigur, at báðu ferðirnar var talan um springarar, og í báðum førum varð støða tikin til at lata teir fara.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02