Føroya Politi hevur fingið fleiri fráboðanir í vikuskiftinum, har løgtingslimir á sosialum miðlum og umvegis telefon hava fingið boð, sum kunnu skiljast hóttandi.
Vit eru í ferð við at kanna fráboðanirnar nærri.
Fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið hava vit ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.