Ongi úrslit

Fleiri føroyingar í fátækaváða - mest í Sandoy og í Suðuroy

Tað eru stakir pensjónistar, sum eru ringast fyri
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Talið á føroyingum, sum eru í fátækaváða, vaks eitt sindur frá 2023 til 2024. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Í 2024 vóru 8,2 prosent av føroyingum í fátækaváða og tað eru 0,7 prosentstig meiri enn í 2023.

Prosentparturin av føroyingum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019, úr 9,7 prosentum niður í 7,6 prosent. 

Har um leið varð tað liggjandi. Í 2023 var parturin av fólki í fátækaváða 7,5 prosent, men í 2024 kvinkaði fátækaváðin upp aftur á  8,2 prosent.

Annars er parturin av teimum, sum eru í fátækaváða, sum heild minkaður, tí frá 2011 til 2018, lá tað um 9,5 prosent.

Orsøkin til lutfalsliga stóra fallið í fátækaváðanum frá 2018 til 2019 var mest tað, at fólkapensjónistar, sum í stóran mun hevur verið undir markinum, fóru upp um markið í 2019, og nú, í 2024, eru teir framvegis omanfyri fátækamarkið.

Tað vóru einamest tey, ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru upp um markið í 2019.

Hinvegin er støðan hjá teimum støku pensjónistunum áleið tann sama í 2024, sum hon annars hevur verið, har áleið helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum. 

Tað er eisini munur á teimum ymsu økjunum í landinum

Tað eru nevniliga lutfalsliga fleiri undir fátækaváðamarkinum í Sandoynni og í Suðuroynni emm aðrastaðni í landinum.

Prosentparturin av teimum í fátækaváða í Sandoynni er 10,1 prosent og í Suðuroynni eru 11,9 prosent í fátækaváða.

Hinvegin er tað í Eysturoy og í Streymoyar har tey fægstu eru í í fátækaváða, í Eysturoy er tað 7,5 prosent. og í Streymoy eru 7,6 prosent í fátækaváða.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10