Ongi úrslit

Fleiri fleiri ferðir eftir fullum fólki - og fólki sum tey hildu vera full

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 10:45

Í gjár og í nátt hevur løgreglan, fleiri ferðir, verið eftir fullum fólki - og fólk, sum vóru undir illgruna fyri at vera full.

Longu fyrrapartin í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at fortelja, at ein deyðadrukkin maður lá í Steinatúni. Løgreglan fór eftir honum og koyrdi hann til hús

Í nátt varð aftur ringt til løgregluna um ein ungan mann, sum lá avdottin á alfaravegi mitt í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið, var viðkomandi vekk.

Men seinni varð somuleiðis ringt um ein fullan mann, sum lá deyðadrukkin á Tinghúsvegin og eisini hann tók løgreglan upp og koyrdu hann til fólk, sum kundu hava eyguni við honum.

Og í gjár ringdu fólk eisini til løgregluna at melda ein bilførara, sum koyrdi ígjøgnum Sandoyartunnilin, tí koyringarlagið var so merkiligt, at tey høvdu illgruna um, at hann var ávirkaður. Løgreglan steðgaði bilinum, men førarin var blanka edrúur.

Men um midnáttarleitið hendi eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur sendi á ein parkeraðan bil. Bilførarin, sum hevði rent á, bíðaði so pent til løgreglan var komin fram, og úrlitið av tí varð at hann varð skuldsettur fyri at koyra við kenning. Blóðroynd varð tikin av honum og úrslitið av tí verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39