Omanfyri 600 fólk luttóku í Føroya Vakrasta Hálvmarathon í gjár. Hetta var samstundis seinasta umfar í avbjóðingini at renna 5 hálvmarathon í 2025.
Hetta var næsta árið, at handan serliga avbjóðingina var á skrá. Heili 45 fólk megnaðu at fullføra allar 5 hálvmarathonkappingarnar í mun til 47 í 2024.
Hetta er nógv, tá haft verður í huga, at veðrið í ár spældi fyriskiparunum eitt puss. Fyrsta kappingin, Nýggjárshálvmarathon í Eysturoy, endaði við at verða flutt til apríl mánað, og eftir NS Hálvmarathon í Klaksvík og Tórshavn Marathon vórðu fyrirskipaði sum ætlað, gjørdi veðrið eisini um seg, soleiðis at Føroya Sunnasta Hálvmarathon var flutt til eftir summarfrítíðina. Og í gjár varð so Føroya Vakrasta Hálvmarathon runnið í Vágunum.
Longu nú er greitt, at avbjóðingin verður á skrá aftur í 2026. Tá kemur hon tó at eita “Renn 6 hálvmarathon í 2026”.
Tey 45, sum megnaðu øll 5 hálvmarathon í 2025, vóru:
Bárður Højgaard, Onki felag
Birgir av Vollanum, Roysnið
Bjarni Petersen, Onki felag
Bjartur Samuelsen, Onki felag
Bjørt Askham Sigurðsson, Onki felag
Brandur Sjúrðarson, Onki felag
Búgvi Ólavsson Eliasen, Roysnið
Christian Djurhuus, Onki felag
Davið Guðnason, Hvistan
Debes Danielsen, Onki felag
Dorrit Bech Joensen, Hvistan
Durita Neshamar, Bragdið
Eivør á Kósini, Onki felag
Eydna WeiheBragdið
Eyðtór J. Joensen, Hvistan
Flóvin Eidesgaard, Bragdið
Gunnar Christiansen, Onki felag
Hallbjørg Danielsen, Roysnið
Hallur Syderbø, Onki felag
Hans Ellefsen, Bragdið
Heidi Reidun JoensenHvistan
Henning Olsen, Roysnið
Heriet Djurhuus, Bragdið
Janus úr Dimun, Onki felag
Jens.R. Weihe, Frælsi
Johann Behrens, Onki felag
John SigurðssonTreysti
Jørgin Joensen, Roysnið
Kári Kristiansen, Onki felag
Laila Jacobsen, Frælsi
Marjun Eysturoy, Onki felag
Marjun Lómaklett, Onki felag
Mass Anthoniussen, Onki felag
Mattias Jansson í Lambanum, Roysnið
Noomi Heradottir, Onki felag
Pætur Zachariasson, Onki felag
Rói Ljósheim, Bragdið
Rúna Antoniussen, Onki felag
Ruth Winther, Bragdið
Sára Jensdóttir Petersen, Onki felag
Sigga Jacobsen, Frælsi
Sølvi Simonarson, Frælsi
Teitur Arnoldson Joensen, Onki felag
Terje Skechers Hansen, Roysnið
Tórstein Christiansen, Onki felag