Ongi úrslit

Fleiri bústaðir og nýggj ætlan við Stórutjørn

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
24. oktober kl. 09:40

Tórshavnar kommuna arbeiðir í løtuni við at tillaga bústaðarverkætlanina Stóratjørn fyri býling 1 og 4. Endamálið er at fáa enn fjølbroyttari bústaðir og fleiri búeindir í økinum.

Við tillagingunum fer talið av búeindum at vaksa úr 218 upp í 420. Hetta verður gjørt við at byggja nakað tættari og skynsamari, samstundis sum dentur verður lagdur á at varðveita náttúruøkir í mest møguligan mun.

Kommunan vísir á, at lendið í høvuðsstaðnum er avmarkað, og at bústaðartørvurin er stórur. Tí er tað serstakliga týdningarmikið, at tær útbyggingar, sum kommunan fer undir, veruliga muna.

Ætlaða bústaðarblandingin í Stórutjørn er hendan:

  • 162 íbúðir í raðhúsum

  • 46 vanlig raðhús

  • 60 blandaðar modul-eindar-íbúðir til m.a. eldri og støk

  • 77–88 búeindir í samanbygdum krosshúsum

  • 16 sethús

  • og á leið 50 lestraríbúðir

Kommunan sigur seg við hesum vilja royna at endurtaka tað, sum eydnaðist væl við verkætlanina í Tórsbyrgi, men í líknandi stíl við Stórutjørn.


Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10