I hesum døgum er ferðsludeildin hjá løgregluni í Suðuroy og ger ferðslukanningar.
Í gjár vóru teir í Sjógøtu á Tvøroyri, sum er høvuðsvegurin ígjøgnum Tvøroyri.
Har var løgreglan í hálvan annan tíma í gjár, men bara hesa løtuna skrivaðu tey 18 mál.
Tey duga kortini ikki at siga um talan er um 18 bilførarar, ella um tað eru færri enn tað, men at onkur bilførarar eru skrivaðir upp fyri fleiri lógarbrot.
Men løgreglan leggur afturat, at tað vóru ikki tey grovastu brotini í ferðslulógini, talan var um.
Talan var um slitin dekk, perur sum ikki lýstu, bilførarar høvdu ikku koyrikortið við og hjá onkrum var koyrikortið útgingið.
Onkur sat ikki í trygdarbelti og á onkrum bilum við píkadekkum, var talið á píkum á hvørjum dekki so ójavnt, at dekkini vóru ólóglig.
Tað má ikki vera meiri enn 25 prosent á muni á talinum á píkum á dekkinum, sum hevur flest píkar og dekkinum sum hevur fægst píkar.
Løgreglan sigur, at tey eru aftur í Suðuroy í dag og gera ferðslukanningar.