Fjarhitafelagið er nú liðugt við arbeiðið at leggja fjarhitarørini, ið ganga frá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum oman á Landssjúkrahúsið. Vegurin er asfalteraður, og ferðslan kan sostatt aftur koyra ótarnað á Fræslinum.
Fjarhitafelagið fór undir arbeiðið tíðliga í fjør heyst. Íbindingin til Landssjúkrahúsið strekkir seg 600 metrar frá høvuðsleiðingini, har Fróðskaparsetrið á Frælsinum er bundið í fjarhitaskipanina, oman til Landssjúkrahúsið.
- Arbeiðið hevur samanumtikið gingið væl, hóast vit onkuntíð hava verið hindrað av kulda og illveðri í vetur. Nú skal Landssjúkrahúsið so gera innanhýsis arbeiði á sjúkrahúsinum liðugt, áðrenn vit kunnu skrúva fjarhitan frá, sigur Eirikur Mørkøre, stjóri í Fjarhitafelagnum.
Landssjúkrahúsið verður størsti brúkarin hjá Fjarhitafelagnum. 25 bygningar á Landssjúkrahúsinum skulu hitast við fjarhita, og talan er um eina gólvvídd á tilsamans 50.000 fermetrar. Harvið lækkar nýtslan av gassolju á Landssjúkrahúsinum umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons.
Landssjúkrahúsið verður eftir ætlan bundið í fjarhitaskipanina í summar.