Fjálga er ein lítil fyritøka frá Klaksvík, har grundarlagið er at veita tænastur til eldri borgarar, og til tey sum á ein ella annan hátt hava brúk fyri stuðli í gerandisdegnum.
Í løtuni er tað bara Jóhanna Syderbø Grúkaskarð, eigarin av Fjálgu, sum arbeiður hjá - og drívur fyritøkuna. Hon er heilsurøktari, men er nú byrjað at lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum.
Á einum uppslagi á vanganum hjá Fjálgu á facebook skrivar Jóhanna soleiðis, “So hava vit 3, saman við JFK, glett 63 fólk. Eg skal vegna øll siga stóra takk”.
Hettar var lagt ut í gjár, tá JFK hevði sítt árliga afturvendandi tiltak við Fish & chips til øll, púra ókeypis.
Ikki bara kunnu øll fáa hesa máltíð, eisini ellisheim og onnur sum ikki hava orku ella møguleikar at heinta matin sjálvi, fáa borið tað út til sín.
Ein teirra sum hjálpur við hesum, er altso Jóhanna og hennara fyritøka.
Vit hava í tí sambandi spurt, um hon vil greiða okkum nærri frá um hetta.
-Tað var í 2023, at JFK setti seg í samband við Fjálgu og spurdi, um eg vildi koyra døgurðar út til okkara kundar. Tað vildi eg fegin.
Tá hevði eg av privatum orsøkum fleiri kundar, enn eg havi í dag. So í 2023 og 2024 var tað í mesta lagi, teir sum fingu døgurðar ígjøgnum Fjálgu.
Heimatænastan sum eisini berur døgurðar út til borgarar, veitur tænastur til nakrar av teimum somu borgarum, sum eru kundar hjá Fjálgu.
Vit tosa tí saman hvørt ár, so at vit ikki fara út til tey somu. Hetta hevur riggað gott.
-Fjálga leggur seg hvørt ár eftir at bjóða øllum sínum kundum í norðoyggjum døgurða, og í ár var einki undantak.
Eg ringi til øll aðrenn og spyrji, um tey ynskja døgurða. Eisini til teir kundarnar sum hava fingið árini frammanundan.Teir skulu ikki snýtast fyri ein døgurða, av tí at eg var noydd at minka um virksemið.
Øll eru sera takksom fyri, at tey hava møguleika fyri at fáa døgurðan til dyrnar. Tað kemur hvørt ár fyri, at onkur ringir og spyr seg fyri um døgurði aftur er í ár.
Tað eru fleiri borgarir í norðoyggjum sum ikki hava møguleika at stilla seg í kø - eg royndi tí at hugsa um onkran teirra, og er tað tí altíð borgarir Fjálga berur døgurðar til, hóast eg ikki kenni tey, men veit um støðu teirra, og ja, tað er heilt vist, at tað eru enn fleiri eg saktans kundi borið mat til.
-Eg haldi, at tað er sera flott av JFK og sjómannadegnum at hava eitt slíkt tiltak, og er tað tí sera umráðandi og gleðligt at fyritøkur og privat persónar eru við at ríka hendan dag. Tí uttan okkum øll var ongin sjómannadagur.
Sjómannadagurin er m.a. við til at vísa stóran næstra kærleika, hann skapar gleði, felagsskap, hugna og undirhald. Sera flott.