Ongi úrslit

Fiskivinnupolitikkurin hjá Dennis hevur kostað landinum 100-tals milliónir

“Burðardyggi” fiskiskapurin hjá Dennis Holm er ikki búskaparliga burðardyggur fyri føroysku tjóðina

Jacob Vestergaard
15. februar kl. 14:42

Bara í ár hevur “burðardyggi” fiskivinnupolitikkurin hjá Dennis Holm kostað føroyska samfelagnum 100-tals milliónir.

Hevði hugburðurin hjá Dennisi Holm verið galdandi fyri 15 árum síðan, høvdu vit ongantíð farið í nakað makrelstríð, og føroyski parturin av makrel- og sildafiskiskapinum hevði framhaldandi verið ein viðfáningur.

Somu raddirnar frá fiskifrøðingum, vinnuni og politikarum um “burðardygga” veiðu og tryggleikan við at verða í einari avtalu, vóru at hoyra tá, hóast avtalurnar vóru sera vánaligar fyri Føroyar.

Hvørki fiskiskapurin eftir makreli ella sild “burðardyggur” sum nú er. Heldur ikki eftir tí mátistokkinum, sum Dennis Holm kallar “burðardygt”.

ES er ikki við í makrelavtaluni, og Ísland er ikki við í sildaavtaluni.

Fiskiskapurin eftir makreli hevur ongantíð verið “burðardyggur”.

Enn einaferð – støddin á stovninum hevur onki við tilgongdina/endurnýggingina av stovninum at gera.

Vit skulu sjálvsagt hava avtalur um fiskiskapin ímillum strandalondini, har atgongd eigur at verða ein nátúrligur partur.

Trupulleikin er, at vit við makrel- og sildaavtalunum, eru farin eftir hali, hava mist okkara sterku støðu og gjørt vánaligar avtalur.

Serliga Noreg, men eisini Bretland, hava fingið í posa og sekk, meðan Føroyar standa eftir við einum tapi, sum bara í ár, er 100-tals milliónir.

“Burðardyggi” fiskiskapurin hjá Dennis Holm er ikki búskaparliga burðardyggur fyri føroysku tjóðina.

Jacob Vestergaard,

tingmaður fyri Fólkaflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

18 tímar síðan

Hetta er so andstyggiligt, at tað sker í hjartað

12. mars kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40