Ongi úrslit

Finst at avgerðini hjá Danmark

Danmark stuðlar konfronterandi tilgongdum

© Altinget
Jóhanna Højgaard
16. januar kl. 15:46

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, finst at avgerðini hjá Danmark um at styrkja leiklutin hjá NATO í Arktis, eisini í Grønlandi.

Sambært Barbin stuðlar Danmark hernaðarligum spenningi við at fáa NATO við, sigur hann í skrivligum svari til TV2.

- NATO-londini í øllum økjum gera aftur og aftur sama grundleggjandi mistak. Altjóða trygd, eisini í Arktis, kann bara vera kollektiv. Øll arktisk lond skulu luttaka í skapanini av henni, stendur í fráboðanini.

- Danmark er suverent í sínum avgerðum í málum, sum hava við trygdina á sínum øki at gera. Men við at draga NATO inn í Arktis, eisini Grønland, stuðlar Danmark konfronterandi tilgongdum, sum altíð føra til eina veikari, í staðin fyri eina sterkari trygd, og øktar hernaðarligar spenningar í økinum, skrivar hann.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16