Finnleif Durhuus hevur fyri Landsverk skrivað bók um søguna um vegirnar, brýrnar og tunlarnar. Forvitnisliga bókin verður í morgin, týsdagin 14. november klokkan 15, løgd fram hjá Landsverki, Yviri við Strond 17, í Havn.
Landsverk býður til móttøku, nú Finnleif Durhuus, fyrrverandi deildarleiðari gevur út bókina Soleiðis fingu vit vegir, brýr og tunlar – føroysk vegasøga í 100 ár.
Finnleif Durhuus var deildarleiðari hjá Landsverki í mong ár. Í bókini verður greitt frá 43 verkætlanum innan Infrakervið, sum hava verið við til at knýta føroyska samfelag saman í eina eind.
Tað var sendirøðin í útvarpinum hjá Kringverpi Føroya Frá fyrsta Smirli til í dag, sum Gunnar Nolsøe legði til rættis, ið skundaði undir, at henda bókin varð skrivað.
Finnleif Durhuus var í starvi hjá Landsverki frá 1969 og fram til 2013. Fyri Landsverk lýsti hann í sendirøðini søguna um útbyggingarnar, og við sínum fínu evnum at siga frá og knýta persónar, verkætlanir og umstøður saman, var tað hugtakandi at lurta eftir honum.
Í bókini, sum verður løgd fram á almennari móttøku í morgin, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, at hann eftir at hava hoyrt Finnleif greiða frá, heitti á Finnleif um at skriva bók um evnið. Fyri stuttum fylti Finnleif Durhuus 80 ár. Síðsta árið hevur hann skrivað bókina.
1.apríl í ár vóru 75 ár liðin, síðan at Landsverkfrøðingurin varð stovnaður.
Sum øllum kunnugt hevur stovnurin upp í gjøgnum tíðina havt alstóran týdning fyri útbygging av føroyska samfelagnum, og virksemið stovnsins hevur verið ein av fyritreytunum fyri tí menning, sum øllum samfelagnum hevur verið fyri fram móti tí nýmótans samfelagi, vit kenna í dag.
Bókin er ikki eitt vanligt heiðursrit, men ein roynd at lýsa nakrar verkætlanir og tær broytingar, ið eru farnar fram á stovninum í ein góðan mansaldur. Bókin er skipað í 55 kapitlar, ið viðgera ymisk evni, ið knýta seg til fjølbroytta almenna stovnin Landsverk.
Í bókini er greitt frá 44 verkætlanum, eitt nú vega- og tunnilsgerðum, byrgingum, ferjulegum og øðrum. Verkætlanirnar eru skipaðar í tíðarrøð, sigur Finnleif Durhuus.