Ongi úrslit

Fingu nógv arbeiði av fullum fólki

Áki Bertholdsen
31. august kl. 09:14

Náttin í nátt hevur verið merkt at, at tað hava verið nógv fólk í býnum - og tað hava verið nógv full fólk í býnum.

Tað sigur løgreglan í morgum.

Løgreglan sigur, at bæði á Norðfestivalinum á Viðareiði í nátt, og aðrastaðni, hava tey fleiri ferðir sent sjúkrabilar eftir fólki, sum eru komin illa fyri í fyllskapi og máttu undir læknahond.

Summi klára seg ikki sjálvi, og onnur eru dottin og hava fingið snuddir.

Samarittar vóru á Norðfestivalinum og teir gjørdu eitt stórt arbeiði, men tað var ikki altíð, at tað strekti til.

Løgreglan sigur, at ein maður liggur í brummuni, tí hann var so fullur, at hann kláraði ikki seg sjálvan.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39