Í gjár var løgreglan aftur á ferð við ferðmátaranum og hesa ferð vóru tey í Leirvík.
Í bygdum øki er vanluiga loyvt at koyra 50, men í Leirvík er eitt strekki har tað bara er loyvt at koyra 30.
Tá skal lítið til at fáa klipp, ella missa koyrikortið, og tað fingu seks bilførarar at føla í gjár. Upp á bara ein tíma í gjár tók løgreglan nevniliga seks bilførarar fyri at koyra alt ov skjótt á hesum strekkinum.
Fimm av teimum koyrdu 47 og 48 kilometrar um tíman og tað gevur teimum eitt klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa bót. Men so var tað ein, ið koyrdi 57 kilometrar um tíman á hesum sama strekkinum, og tað er nokk til at missa koyrikortið.
Á sama strekki fekk ein bilførari eisini 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.
Seinnapartin var løgreglan eisini við Skipaneskrossin á Skálafjørðinum, har tað er loyvt at koyra 80. Har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt.
Teir koyrdu ávikavist 111 og 113 kilometrar um tíman. Men av tí, at talan var um ungar bilførarar, sum akkurát høvdu fingið koyrikort, fingu teir koyriforboð, og máttu sostatt lata bilin standa - og teir sleppa ikki í hann aftur fyrr enn teir hava tikið koyrikortið um aftur.
Tey fyrstu trý árini, bilførarar hava koyrikort, er eitt slag av royndartíð, og tá skal ikki so nógv til at missa tað aftur.
Og á á Viðareiði hendi eitt ferðsluóhapp á Viðareiðisvegin, uttan fyri tunnilin. Tá ið ein bilførari kom koyrandi, vóru nakrar gæs á vegnum og tá ið hann snaraði undan, fór hann út av. Fólkaskaði var eingin, men bilurin fekk nakað av skaða.