Í gjár var løgreglan vesturi í Vágum og kannaði ferðsluna.
Nú tað er blivið myrkt, ger løgreglan eisini nakað burtur úr at kanna, um bilar koyra við ljósum sum ikki lýsa.
Og í sambandi við ferðslukanningina í Vágum í gjár sigur løgreglan, at har vórðu tveir bilføarar tiknir fyri at koyra við brostnum perum.
Løgreglan sigur, at á báðum bilunum vóru tvær perur brostnar, og tað fáa bilførararnir 1.000 krónur í bót fyri.
Eru ein ella tvær perur brostnar, kostar tað 1.000 krónur í bót. Er talan um fleiri perur, er bótin 1.500 krónur.
Og løgreglan sigur, at her telja øll ljós uppí – eisini nummarplátuljósið – so tað loysir seg at ansa eftir, at allar perur lýsa.