Ongi úrslit

Fingu 21 fráboðanir um vindskaðar - eisini um valplakatir

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað hevur verið rættiliga fitt av vindi í nátt - serliga norðan fyri - og tað er tað framvegis.

Løgreglan sigur, at tilsamans høvdu tey, klokkan níggju í morgun, fingið 21 fráboðanir um vindskaðar.

Men sum heild er talan um smáskaðar, leysar takplátur, leysur húsaklædningur o.s.fr.

Løgeglan sigur, at tað álvarsligasta var, at Christian í Grótinum, sum lá við bryggju í Klaksvík, sleit, so tey máttu fáa bjargingarbátin, Ziska, at halda honum at til tey fingu tamarhald á støðuni og bundið hann aftur.

Eitt, sum fólk stúrdu mest fyri upp undir stormin, var allar valplakatirnar, sum hanga allastaðni, og um tær mundi fara at halda.

Løgreglan sigur, at nógv valevni tóku rætt og slætt plakatirnar niður, men annars hava fólk ringt fleiri ferðir at boða frá, at valplakatir eru farnar í storminum.

Men eingin skaði stóðst av nøkrum, sum feyk í vindinum, hvørki av valplakatum ella av takplátum, ella nøkrum øðrum.    

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

Í gjár kl. 18:01