Ongi úrslit

Fimm mans liggja veðurfastir í eini urð í Vágum

Áki Bertholdsen
13. oktober kl. 07:45

Í gjár fóru teir eftir seyði í Miðvágsurð, sum er ímillum Slættanes og Víkar. Tað er ikki gangandi til Urðina, so teir plagdu at fara við báti – og tá ið teir vóru lidnir, fingu teir eisini seyðin í bátin.

Men tá ið teir fimm menninir sjálvir skuldu í bátin, bar ikki til, tí tað bleiv ov ókyrt.

Veðrið varð eisini so keðiligt, at tyrlan heldur ikki slapp eftir teimum.

Sostatt liggja teir enn veðurfastir í urðini, sigur løgreglan.

Men lagt verður afturat, at eftir umstøðunum hava menninir tað gott.

Bjargingarbátur hevur verið úti hjá teimum við matum, heitum kaffi og klæðum, so teir líða onga neyð, sum so.

Nú verður so bíðað eftir líkindum, so at teir kunnu bjargast úr urðini aftur, antin við báti, ella við tyrlu; tað veldst um, hvussu líkindini vera.

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Í gjár kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14