Ongi úrslit

Fimm journalistar millum tey, fyribils 20 deyðu

Álop á sjúkrahús í Gasa

© Tv2
Jóhanna Højgaard
25. august kl. 19:20

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ger viðmerkingar til álopið fyrr í dag á sjúkrahúsinum Nasser í Gaza.

- Eg eri ikki glaður fyri tað. Eg vil ikki síggja tað. Samstundis mugu vit gera enda á hesi... marruni, segði amerikanski forsetin við pressuna í Hvítu Húsunum, sambært Reuters.

Fimm journalistar eru, millum tey 20 deyðu í álopinum.

Benjamin Netanyahu hevur alment staðið fram og biði um fyrigeving.

Ísrael "harmast djúpt um syrgiligu vanlukkuna, sum hendi á Nasser sjúkrahúsinum í Gaza," sigur Ísrael.

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í eini fráboðan á X.

- Ísrael virðismetir arbeiðið hjá journalistum, læknum og øllum sivilum, stendur í uppslagnum.

Í innlegginum, sum tv2 boðar frá, stendur eisini, at myndugleikarnir fara at gera eina "gjølla kanning."

- Okkara stríð er ímóti Hamas-yvirgangsmonnum. Okkara mál er at vinna á Hamas og fáa okkara gíslar heim, heldur hann fram.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03