Ongi úrslit

Filmhúsið setur sjóneykuna á filmshandrit

Filmhúsið
10. januar kl. 12:55

Filmhúsið byrjaði árið 2026 við at skipa verkstovur, ið snúgva seg um filmshandrit. At fortelja góðar og áhugaverdar søgur á føroyskum er gamal siður, sum enn sæst og hoyrist millum okkum - bæði í bókum og í filmi. Flestu føroysku filmverkætlanir taka støði í góðum hugskotum. Kynstrið er síðani at menna hesi hugskot til eina spennandi, samanhangandi søgu, ið hóskar seg til eina audiovisuella uppliving.

Fyrsta verkstovan verður nú um vikuskiftið, og tað verður danski høvundurin Rasmus Heisterberg, sum í løtuni undirvísir á “Den Danske Filmskole“ í Keypmannahavn, ið fer at undirvísa. Talan er um tvær verkstovur ávíkavist í januar og februar umframt persónliga ráðgeving.

Rasmus Heisterberg varð útbúgving sum filmshandritshøvundur í 1999 og hevur síðani skrivað handrit til fleiri røðir og filmar. Harumframt hevur hann undirvíst og verið ráðgevi seinastu 25 árini og leikstjórnað ”I Blodet” fyri Profile Pictures.

Í sambandi við komandi verkstovurnar hevur filmhúsið á sína heimasíðu sett hol á at skipa eitt yvirlit yvir ymsar ráðgevarar, ið vegleiða føroyskum filmfólki í filmkynstri. Ein av hesum er leikstjórin Sakaris Stórá

Manningin í Filmhúsinum fegnast um stóra áhugan, tí skeiðið er longu fullteknað. Nærri kunning er á heimasíðuni hjá filmhúsinum.

Filmshúsið

www.ffi.fo

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41