Ongi úrslit

Ferðsluóhapp í Norðagøtu

Í minsta lagið ein er farin á LS við sjúkrabili

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Eitt ferðsluóhapp við trimum bilum í harmonikusamanstoyti hevur stongt landsvegin framvið Magnstøðina í Norðagøtu.

Allir bilarnir koyrdu í sama rættning.

Arbeitt verður nú við at rudda vegin og ferðslan verður tí í løtuni leidd gjøgnum Norðragøtu.

Fýra fólk vóru samanlagt í bilunum og í minsta lagið eitt er flutt á sjúkrahúsið við sjúkrabili, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan veit í løtuni ikki meira nágreiniliga hvussu óhappið hendi, men 

landsvegurin verður latin uppaftur so skjótt sum til ber, verður upplýst av løgreglustøðini.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00