Ongi úrslit

Ferðamaður tikin tá ið hann kom í land av Norrønu

Hann situr í varðhaldinum til løgreglan fær greiði á málinum

Áki Bertholdsen
7. januar kl. 09:30

Tá ið Norrøna kom á Havnina í morgun, varð ein útlendskur ferðamaður tikin í passeftirlitinum. Løgreglan sigur, at hann hevði ikki tey neyðugu pappírini fyri at koma til Føroyar.

Talan er um ein mann úr Algeria og tá ið fortreytirnar fyri at sleppa til Føroyar, ikki vóru loknar, varð hann settur í varðhald.

Løgreglan kannar nú málið og maðurin verður sitandi í varðhaldinum til greiða er fingin á viðurskiftunum.

Í slíkum førum verða fólk oftat send av landinum aftur til landið, haðani tey komu.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26