Vilnius: Nú nærkast til landsdystin í annaðkvøld, og tær seinastu fyrireikingarnar eru í gongd í Vilnius í Litava.
Leikararnir tykjast væl fyri, tí Magni Mohr, fysiskur venjari hjá A-landsliðnum, letur væl at tølunum hjá landsliðsleikarunum.
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sær út til at hava gjørt av, at liðið skal leika við einari 4-4-2 leikskipan í annaðkvøld.
Tað er eitt sindur blandað, hvussu tað hevur eydnast í hinum dystunum, tá hendan skipanin hevur verið nýtt, men við at byrja inni við Jóan Símun Edmundssyni í álopinum, ið kanska dettur eitt sindur aftur at móttaka bóltin, kann tað til tíðir eisini líkjast einari 4-5-1 leikskipan.
Stóra ivamálið er enn Hallur Hansson, sum enn ikki hevur luttikið í venjingunum, men heldur hevur sitið á súkkluni. Í morgun var Hallur á fundi við lækna- og fysiska toymið hjá landsliðnum, so spurningurin er, hvørt hann verður klárur til hendan dystin ella verður spardur til dystin móti Turkalandi.
Føroyar skulu í minsta lagið fáa eitt stig burturúr hesum dystinum, fyri at halda Litava aftanfyri seg – og tess vegna eisini varðveita plássið í Deild C, tí verða væntandi ongin kjansur tikin; at byrja inni við leikarum, sum kanska ikki eru 100 prosent til reiðar.
Skal ein gita, hvussu byrjunaruppstillingin fer at síggja út, so verður tað nokk uttan Hall Hansson í uppstillingini.
Tí verður gitt, at liðið sær soleiðis út í annaðkvøld:
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Hørður Askham, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen