Felagið Føroysk Ross: Støðan er álvarsom

Støðan hjá føroyska rossinum er sera álvarsom. Felagið Føroysk Ross sigur, at ov fá fyl verða folað árliga, og tí ynskir felagið at útflyta nøkur ross uttanlands, so stovnurin kann koma fyri seg

Sigurjón Einarsson
29. september 2021 kl. 12:31

Felagið Føroysk Ross ger vart við vánaligu støðuna hjá føroyska rossinum um dagarnar. Tey hava byrjað eina undirskriftainnsavnan, fyri at rópa varskó til landsins politikkarar, so lógin kann verða broytt, tá tað kemur til ferðing millum lond hjá føroyska rossinum. Sum nú er, ber ikki til at útflyta føroysk ross. Orsøkin til hetta, er at vaksa um møguleikarnar at bjarga stovninum, sigur felagið.

Les meira her: Felagið Føroysk Ross ynskir at útflyta føroysk ross fyri at bjarga stovninum

Felagið vísur á, at tað í løtuni bert eru umleið 25 ryssur í burðardyggum, og av hesum hava tað verið sjey til 13 ryssur, sum hava verið brúktar í aling árliga. Sambært The Food and Agriculture Organization (FAO) skal stovnurin av aliryssum upp um 6.000 ryssur fyri ikki at verða hóttur.

Stovnurin av føroyskum rossum er vaksin so líðandi, síðan farið var undir varðveitingar arbeiðið í 60-unum, men enn er langt á mál fyri at tryggja stovnin, um tað skal vera eftir forskriftunum hjá The Food and Agriculture Organization.

Støðan

Felagið Føroysk Ross sigur, at tey hava – í verandi løtu – ein stovn á 94 ross av serføroyskum slag, tá fyl og geld ross eru íroknað. Hóast fleiri átøk, sigur felagið, at tey ikki hava megnað at økja talið, sum støðan er nú. Tað eru umleið 600 ross í Føroyum, tá øll rossasløgini eru tald við – 500 útlendsk og umleið 100 føroysk.

Felagið sigur, at orsøkin til, at føroyski rossastovnurin ikki er øktur seinastu árini er, at rossaalarar ikki tora at ala longur, tí áhugin at eiga føroysk ross ikki er til staðar.  

Tí verður hugt eftir møguleikum at út útflyta nøkur føroysk ross til Danmarkar, har eftirspurningur er eftir føroyskum rossum, sigur felagið.

– Um alarar her heima kenna seg trygg við, at tey kunnu selja fylini, so fer alingin í gongd aftur, skrivar felagið í eini yvirlýsing.

Í løtuni ber hetta tó ikki til, tí eingin lóggáva er at skráseta ross, og tí hevur eingin myndugleiki ella felag í Føroyum heimild til at vátta upplýsingarnar í rossapassum, sum krevst til at flyta ross millum lond, og tað er í hesum sambandi, at felagið nú hevur eina undirskriftinnsavnan, har heitt verður á politikkarar at broyta lógina, so til ber at útflyta føroysk ross.