Ongi úrslit

Fara nú at gera 50 bíligar bústaðir til ung og lesandi

Nú verður hetta háhúsið í Havn gjørt til ungbóms- og lestrarbústaðir
Áki Bertholdsen
14. august kl. 11:23

Nú verður sjøtil settur á arbeiðið at útvega einar 50 bíligar lestrarbústaðir og ungdómsbústaðir í Havn.

Tað hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um nú fyrrapartin í dag.

Bústaðirnir verða gjørdir í bygninginum á Eirargarði 2, har umsitingin hjá Heilsumálaráðnum og umsitingin hjá Almanna- og Mentamálaráðnum, halda til í dag.

Men nú fáa Bústaðir ræðisrættin yvir bygninginum við tí endamáli at gera hann um til lestrar- og ungdómsbústaðir.

Ræðirætturin verður kortini avmarkaður so at Bústaðir sleppa ikki at leiga bygningin víðari, ella at lata øðrum hann upp á aðrar mátar.

Bygningurin er í seks hæddum og mett verður, at har verður pláss fyri eini 43 til 55 bústøðum til ung og lesandi.

Endamálið er, at talan skal vera um bíligar bústaðir, ein leiga upp á 3.000 krónur, ella gott tað um mánaðin, er nevnd.

Annars hevur bygningurin áður verið brúktur til bústaðir, tí fyrr búðu næmingar, sum lósu til sjúkrarøktarfrøðing har.

Fyribils skal Landssjúkrahúsið kortini framvegis hava ræðið á veghæddini, har sjúkraflutningstænastan heldur til.

Farið verður undir arbeiðið so skjótt, Løgtingið hevur játtað pengar til at aðalráðini kunnu flyta - men uppskot um tað er eisini lagt fyri Løgtingið.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39