Ætlanin er ikki at halda upp at at seta fólk í almenn størv. Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Kim Durhuus, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana um nøkur ætlan er um at seta setanarsteðg í verk í almenna geiranum.
Løgmaður hevur sett eina nýskipanarnevd at mæla til, hvussu tað almenna kann verða nýskipað fyri at gera tað bíligari og effektivari.
– Skal almenni geirin nýskipast, fer tað helst at føra til broytingar á teimum ymisku stovnunum, sigur Kim Durhuus.
Í tí sambandi hevði ein setanarsteðgur gjørt tað møguligt at sett hesar broytingar í verk so skjótt sum til ber, sigur hann.
Hann sigur at sum støðan er nú, kunnu fólk, sum verða sett í alenn størv, verða sett undir skeivum fortreytum, nú møguligar broytingar standa fyri framman, sigur hann.
Men Ruth Vang sigur, at sum støðan er nú, er ætlanin ikki at gevast at seta fólk í almenn størv.
Hinvegin hevur hon lagt til merkis, at Ben Arabo, sum er formaður í nýskipanarbólkinum, hevur sagt, at ætlanin er at byrja í toppinum, har ætlanin er at gjøgnumganga fyrisitingina, eisini miðfyrisitingina, sum er fyrisitingin hjá teimum ymsu aðalráðunum.
– Tað er heilt vist, at tað kundi trongt til, leggur hon afturat.
Men hon endurtekur, at ætlanin er ikki at seta setanarsteðg í verk. Tvørtur ímóti verður helst neyðugt at seta fleiri almenn starvsfólk, tí landsstýrið arbeiðir við eini nettrygdarætlan, umframt at arbeitt verður við ymsum yvirtøkum.
– Og tað fer at krevja fleiri starvsfólk og sostatt fer starvsfólkatalið at veksa, sigur Ruth Vang.
Samstundis er tað greitt, at tað krevjast fleiri fólk at umsita útlendingaøkið, tí viðgerðartíðin at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, er alt ov drúgv.
Ruth Vang heldur kortini, at hevði Landsstýrið lagt loft á starvsfólkatalið og kann eftir um tað ikki eru stovnar og virkemi, sum kann leggjast saman, og størv, sum kunnu niðurleggjast.
– Í stóran mun kopiera vit bara skipanir úr Danmark, og spurningurin er, um tað ikki ber til hjá okkum at skipa almennu fyrisitingina øðrvísi, heldur hon.