Fótbóltssamband Føroya hevur boðað til tíðindafund fyrrapartin í morgin, har tey fara at almannakunngera, hvør skal taka við sum venjari hjá landsliðnum í fótbólti eftir svenska Håkan Ericson, sum varð koyrdur frá seinasta heyst.
Hesa ferð hevur Fótbóltssambandi gjørt av at seta tveir føroyskar venjarar.
Tað merkir, at tað verður Eyðun Klakstein, sum verður venjari og afturat sær hevur hann Atla Gregersen, sum verður hjáparvenjari.
Teir báðir vórðu settir fyribils venjarar seinasta heyst, tá ið Håkan Ericson varð uppsagdir. Teir stóðu á odda fyri landsliðnum í tveimum dystum. Teir vóru báðir á útivølli og har vann landsliðið 1-0 á Armenia, men hin dystin, sum var ímóti Makedonia, taptu vit 1-0.