Nú er stundin aftur komin, har fólk, sum hava gjørt serliga vart við seg í ítrótti í Føroyum, verða heiðrað.
Tað verður á einum tiltaki í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið, 7. februar.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak hjá Ítróttarsambandinum, ÍSF, har endamálið er at heiðra føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir í føroyska ítróttaheiminum.
Har verða heiðurstekn til størsta ítróttarnavn hetta seinasta árið, og til ársins stjørnuskot.
Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og og tí verður heiðursløn eisini latin einum virknum felagsskapi, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
– Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið, staðfestir ÍSF.
Og tað hevði ikki borið til uttan øll tey mongu sjálvbodnu, sum brúka sína frítíð, ólønt, at arbeiða fyri ítróttin.
– Tey sjálvbodnu hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru tey sjálvbodnu, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka, sigur ÍSF
Tí fara tey eisini at heiðra ársins ítróttarvenjara. Tað er ein, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta í venjing og í dysti.
Heiðurslønin, sum eitur, Ítróttaeldsálin, er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum avrikið, hevur gjørt sítt til, at virka fyri samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið.
Ein onnur heiðursløn verður til ítróttarsólstráluna, sum er onkur ungur undir 20 ár, ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan og trívast, og sum ein umráðandi part av liðnum og felagnum.
Ein serlig heiðursløn er til ársins ítróttarløtu og hana sleppur almeningurin at velja.
Ein onnur, serlig heiðursløn er Heiðursskjal Poul E. Petersen, sum verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.