Ongi úrslit

Fær bót fyri at hava koyrikort - men tað var sperrað

Áki Bertholdsen
16. sepember kl. 07:56

Í gjár steðgaði løgreglan einum bili og tá ið løgreglan bað bilføraran um koyrikortið, hevði hann eisini koyrikort at vísa teimum.

Men tá ið løgreglan kannaði koyrikortið komu tey fram á nakað, tey ikki síggja so ofta.

Koyrikortið var nevniliga sperrað.

Bilførarin hevði nevniliga verið á Akstovuni og boðað frá, at hann hevði mist koyrikortið.

Eitt koyrikort er eitt týdningarmikið skjal, so tey, sum missa koyrikortið burtur, skulu skriva undir upp á tað, og so verður koyrikortið sperrað, og tey fáa eitt nýtt.

Tað gjørdi hesin eisini. Men seinni hevur hann so funnið koyrikortið aftur - men tað hevur hann ikki boðað Akstovuni frá aftur, sum hann annars skuldi havt gjørt.

Sostatt koyri hann við einum sperraðu koyrikorti og tað er hann skuldsettur fyri, og tað fær hann eisini eina bót fyri.

Løgreglan sigur, at bilførarin er skuldsettur fyri tað, sum í revsilógini »eitur falsk erklæring om tro og love«.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44