Ongi úrslit

3.000 krónur í bót fyri at vera harðligur

Áki Bertholdsen
14 tímar síðan

Sum heild var friðarligt um vikuskiftið, men í gjárkvøldið frætti løgreglan um rok uttan fyri eitt skeinkistað.

Har komu fólk til ilnar, og úrslitið varð, at ein maður varð harðligur ímóti øðrum. Talan er ikki um harðskap, men maðurin fekk kortini 3.000 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Tvær aðrar ferðir varð løgreglan eisini eftir fólki, sum vóru til ampa. Í eina førinum var ein komin inn, og starvsfólkini bóðu hann fara, men tá ið hann ikki aktaði, kom løgreglan eftir honum.

Í hinum førinum var ein maður til ampa á læknavaktini, og úrslitið var, at løgreglan mátti eftir honum.

Í báðum førum var talan um heimleys, sum vórðu koyrd á Herbergið, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39