Ongi úrslit

Fáa nýggjan prest í Vestmanna - í eitt ár

Áki Bertholdsen
44 minuttir síðan

Nú er gjørt av at seta Lis Samuelsen í starv sum virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.

Kirkjuráðini í kirkjunum í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi hava havt fund og úrslitið var, at mæla bispi til at seta Lis Samuelsen í starvi sum virkandi sóknarprest í eitt ár, frá 1. septembur í ár.

Og tað hevur hann nú gjørt.

Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir, Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður og Lis Samuelsen skal halda til í Vestmanna.

Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Hon var prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark í 12 ár.
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur. 

Seinastu tíðina hevur hon verið vikar ymsastaðni í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi nú á summarinum, sum farið er. 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10