Ongi úrslit

Fáa ikki arbeitt tí tey ikki fáa útlendsk starvsfólk

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:32

Tað tekur alt ov langa tíð at avgreiða umsóknir um at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.

Tað sigur Vinnuhúsið, sum vil hava Landsstýrið at broyta mannagongdina.

Tey siga, at tað er síðani føroysku myndugleikarnir yvirtóku málsøkið frá dønum fyri einum ári síðani, at stígur er komin í málsviðgerðirnar.

Í ringasta føri hevur bíðitíðin við sær, at fyritøkur mugu steðga á við arbeiðnum, tí tað tekur so drúgva tíð at avgreiða umsóknirnar, sigur Vinnuhúsið.

– Í Vinnuhúsinum hava vit fingið at vita frá fyritøkum, at tað ikki er óvanligt, at umsøkjarar hava bíðað í sjey mánaðir eftir svari upp á umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi, sigur Vinnuhúsið. 

Tey siga eisini, at hóast myndugleikarnir hava vitað um hetta eina tíð, eru ongar ábendingar um, at viðgerðartíðin verður styttri - heldur tvørturímóti.

Útlendsku starvsfólkini í Føroyum hava stóran týdning fyri privatu vinnuna og teirra virksemi, og tey hava eisini stóran týdning fyri búskaparligu framgongdina í Føroyum hesi seinastu 10 árini, leggja tey afturat.

Í eini búskaparligari greining verður mett, at útlendsku starvsfólkini góvu eitt íkast til bruttotjóðarúrtøkuna upp á tvær milliardir í 2023 og tey bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum í 2022, kanska við 200-300 milliónum krónum.

Vinnuhúsið sigur, at til og við 16. juni í ár eru bara 39 umsóknir um at leingja arbeiðsloyvi, avgreiddar.

Til samanberingar vóru 810 umsóknir avgreiddar av donsku myndugleikunum í fjør.

Vinnuhúsið sigur, at hetta kann ikki halda fram og tí mæla tey til, at Útlendingastovan lænir starvsfólk frá øðrum stovnum og ráðum til at viðgera umsóknir.
Ein annar máti er at fáa fleiri starvslesandi at hjálpa til at viðgerða umsóknirnar, kanska løgfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum.

Tað ber eisini til at menna KT-skipanirnar, og aðrar skipanir fyri at effektivisera umsitingina.

Og so ber eisini til at leingja loyvini upp í trý ár fyri at minka um málini, ið skulu viðgerast. Í dag verða loyvini galdandi í eitt ár hvørja ferð.

Og somuleiðis ber til at taka fleiri lond upp í bólkin av londum, sum kunnu koma upp í Fast Track skipanina - sum nettupp varð sett á stovn fyri at gera málsviðgerðina smidligari tá ið útlendingar úr øðrum londum enn Norðurlondum, og ES-londum - søktu um loyvi at arbeiða í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Út av lagið vánaligt

6. august kl. 18:00

Ælabogin í Gundadali

9. august kl. 22:40

SF fyri 20. ferð: Eitt stórt vónbrot – men sum heild enn ein succes í Klaksvík

10. august kl. 16:48

Fáa ikki arbeitt tí tey ikki fáa útlendsk starvsfólk

Í gjár kl. 11:32

Sirkus Baldoni kemur ikki til Føroyar í ár

10. august kl. 11:22

Fraktskip rent á land í Havn

8. august kl. 15:16