Eyðun hevur stórt álit á teimum í EB/Streymi

U-21 landsliðið: EB/Streymur eigur fimm spælarar í hópinum, sum nú fer at fyrireika seg til tveir teir síðstu dystirnar í hesi EM kappingini

Mynd: Jonhard Hammer
Jonhard Hammer
30. september 2024 kl. 13:43

Fýra spælarar umboða útlendsk feløg, og fýra spælarar, sum høvdu verið sjálvskrivaðir í hópinum, eru ikki tøkir.

Teir, sum ikki eru tøkir og sum annars hava aldur at vera á U-21 landsliðnum, eru Samuel Johansen Chukwudi, sum er fluttur upp á A-landsliðið, og so eru tað B68 miðverjin Áki Johannesen og framrættaðu Poul Kallsberg í Víkingi og Áki D. Samuelsen í HB, sum eru skaddir.

Eyðun Klakstein U-21 landsliðsvenjari kunngjørdi á tíðindafundi í FSF húsinum í morgun hvørjum 20 spælarum, hann hevur sent boð eftir.

Merkisvert er tað, at EB/Streymur er felagið, sum eigur flestar spælarar í hópinum. Fimm spælarar ella fjórði hvør, sum hevur fingið landsliðsboð, venur við Margáir undir leiðslu av Sigfríði S. Clementsen.

Landsliðsvenjarin sigur seg hava gott mót um, at tað fer at eydnast at fáa úrtøku úr síðsta landsliðsumfarinum á hesum sinni.

-Portugal eigur eitt av bestu U-21 landsliðunum í Europa. Í mars taptu vit 4-0 á útivølli. Ta ferðina var tað málleyst eftir fyrra hálvleik. Teir skoraðu í 52. minutti, og so skoraðu teir trý mál síðstu lítlu løtuna. Tvey mál fóru ígjøgnum í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Ímóti Hvítarusslandi vunnu vit fyri einum ári síðani góðan 3-2 sigur á útivølli, staðfestir Eyðun Klakstein, og hann heldur fram:

-Hetta eru síðstu dystirnir í hesum EM undankappingini. Vit hava vunnið sjey stig í átta dystum, og vit eru uppsettir at vinna fleiri stig. Tá ið hendan kappingin verður av, verður skeiðið hjá nógvum spælarunum á U-21 landsliðnum, liðugt, tí teir vera ov gamlir, tá ið nýggj kapping verður á skrá. Vit gleða okkum at spæla í Klaksvík hósdagin 10. oktober og á Tórsvølli mánadagin 14. oktober.

Tvær broytingar eru í hópinum sammett við seinast. Jákup N. Vilhelmsen og Emil Weihe Joensen avloysa Mikkjal Hellisá og Poul Kallsberg.

  

Málverjar
Ari í Haraldstovu Petersen KÍ
Jóannes Davidsen EB/Streymur

Verjuspælarar
Gullbrandur Øregaard Sandnes Ulf Norra
Børge Petersen KÍ
Ási P. Dam HB
Elias Rusborg Hvidovre IF Danmark
Martin Agnarsson Aarhus Fremad Danmark
Bergur J. Poulsen EB/Streymur
Jákup Vilhelmsen EB/Streymur

Miðvallarar
Noah Hans Mneney HB
Aron Jarnskor Ellingsgaard Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen Thisted Danmark
Ejvind Restorff Mouritsen HB
Beinir Nolsøe NSÍ
Emil Weihe Joensen EB/Streymur
Jens Erik Bruhn EB/Streymur

Álopsspælarar
Jørgen Nielsen Víkingur
Olaf Bárðarson Víkingur
Gutti Dahl-Olsen B36
Leivur Fossdal Guttesen HB