Ongi úrslit

Ethel er elst í heiminum

Hon varð fødd 21. august 1909 - fimm ár áðrenn fyrri heimsbardagi brast á.

© George Archer/AFP/Ritzau Scanpix)
Mynd frá føðingardegnum í fjør
Jóhanna Højgaard
22. august kl. 15:30

Elsti skrásetti persónurin í heiminum - bretska Ethel Caterham - slapp í gjár at blása heili 116 ljós á lagkøku síni. Hettar skrivar Ritzau.

Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at hon yvirtók heitið frá brasilsku nonnuni Inah Canabarro Lucas, sum fór foldum frá 30. apríl í ár, 116 ára gomul.

Inah Canabarro Lucas

Ethel Caterham hátíðarhelt dagin á røktarheiminum saman við familjuni "í sínum egna tempo".

Hon varð fødd 21. august 1909 - fimm ár áðrenn fyrri heimsbardagi brast á.

Áðrenn føðingardagin boðaði røktarheimið pressuni frá, at Ethel ikki vildi hava samrøðu.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03