Ongi úrslit

ES leggur meirvirðisgjald á venjing og matgerðarskeið

Men danska skattamálaræðið lovar skattafrádrátt

© Nicoline Kjems-Krognos/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
24. august kl. 21:45

ES-reglugerðir áleggja meirvirðisgjald á eina røð av námsfrøðiligum virksemi so sum bólkaundirvísing í fitness-miðstøðum, dansiskúlum og matgerðarskeiðum í Danmark og øðrum ES londum frá 1. januar í 2026.

Men danska stjórnin fer við lógaruppskoti at minka um avleiðingarnar, við at veita skattafrádrátt fyri venjing og undirvísing í sangi og tónleiki.

Tað sigur Skattamálaráðið í tíðindaskriv í dag.

Skattafrádrátturin fer millum annað at fevna um spinning-, crossfit- og yoga-undirvísing í vinnuligum fitness-miðstøðum, eins væl í privatum dansiskúlum og í sang- og tónleikaundirvísing.

Tað er júst slíkt virksemi, ein røð av ES-úrskurðum hava elvt til, at meirvirðisgjald er lagt á frá ársskiftinum.

-Danmark hevur í prinsippinum skyldu til at laga seg til nýggju leiðreglurnar.

Men ES-tiltakið er "ikki ein blóma, sum hevur vaksið í garðinum hjá stjórnini", sum skattamálaráðharrin Rasmus SStoklundtekur til í myndatalu.

- Tí hava vit avgjørt, at peningurin, sum vit fáa, verður latin aftur til borgararnar, soleiðis at teir fáa ein frádrátt, sum kann linna príshækkingina meirvirðisgjaldið hevur við sær.

Stoklund skrivar í tíðindaskrivi, at tað ikki skal vera dýrari at raðfesta heilsu og rørslu og fegnast um, at tey kunnu kompensera nøkur av teimum sum eru rakt av meirvirðisgjaldi.

Útbúgving av børnum og ungum, herundir bólkaundirvísing í fitness-miðstøðum, kann framhaldandi vera meirvirðisgjaldsfrí innan karmarnar av ES-reglum.

Tí verður lógaruppskot lagt fram í heyst um at tryggja børnum og ungum meirvirðisgjaldsfrítøku til og við 29 ára aldur.

Av somu orsøk leggur landsstýrið upp til, at skattafrádrátturin verður galdandi fyri vaksin 30 ár og eldri, stendur í fráboðanini.

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42