Ongi úrslit

Eru longu farin at bíleggja pláss við Smyrli til ólavsøkuna

Tað er rættilig gongd í skipanini, har tað ber til at bíleggja sær ferðaseðil til bil við Smyrli

Áki Bertholdsen
8. juli 2024 kl. 16:05

Fyri eini viku síðani setti Strandferðslan skipanina í verk, har tað ber til at keypa sær ferðaseðil til bil við Smyrli á internetinum.

Og í dag, mánadagin, er fyrsti dagurin, har Smyril siglur eftir nýggju bíleggingarskipanini og har bilar sostatt eru við, har ferðaseðilin er keyptur á netinum.

Og tað er komin gongd í skipanina, tí Strandferðslan upplýsir, at hendan fyrsta dagin, bilar eru við sum hava keypt ferðaseðil á internetinum, eru tað 118 bilførarar, sum hava keypt ferðaseðil til á netinum úr Suðuroy. Harafturat eru tað so 105 bilførarar, sum hava keypt ferðaseðil á internetinum av Havnini til Suðuroyar.

Týsdagur er ein dagur, har tað vanliga ikki er so nógv fólk við og Strandferðslan sigur, at í morgin týsdagin, er ferðaseðil keyptur til 61 bilar við Smyrli, higartil.

Tað ber til at keypa ferðaseðil á internetinum tríggjar mánaðir fram í tíðina og Strandferðslan sigur, bíleggingar dikka inn á skipanina alla tíðina. Tað vanliga er, at fólk keypa sær ferðaseðil tveir, tríggjar dagar áðrenn tey skulu avstað.

Men nakrir serligir dagar eru, har tað altíð er nógv fól. Dagarnir rundan um ólavsøkuna eru slíkir dagar og Strandferðslan sigur, at tað eru eisini nøkur, sum longu hava tryggjað sær pláss til bilin við Smyrli á ólavsøku.

Eyðvitað er nokk av plássi enn, men á summum av teimum høgligu túrunum mitt á degi uppundir ólavsøkuni, eru plássini, sum eru eftir, farin at fækka.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Peningurin er læstur fastur

23. juli kl. 13:04

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48