Ongi úrslit

Eru á veg á Fuglafjørð við grind

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 15:57

Seinnapartin í dag varð ringt at boða frá grind í Djúpunum. Grindin gekk suðureftir og ætlanin er at reka hana Fuglafjørð.

Mett verður, at grindin er 60 - 70 hvalir.

Í tí sambandi hevur sýslumaðurin lýst øki fyri grindaøki at vera. Tað merkir, at allir óviðkomandi bátar, øll óviðkomandi skip, flogfør, og allar óviðkomandi tyrlur, dronur, eins og øll óviðkomandi fólk, skulu halda seg minst ein fjórðing burtur.

Tað kann vera ringt, í Fuglafjørði, men her verður serliga hugsað um mølina, har grindin verður hildin til og har hon verður tikin upp. Hetta er eisini fyri at gera tað lættari at vísa fólki, sum kanska gera ónáðir, burtur.

Annars er eisini boðað frá eini aðrari grind í Djúpunum, men óvist er, hvussu verður við henni.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

5 tímar síðan