"Hava funnið okkum væl til rættis"
Nýggi H-bygningurin bjóðar góðar umstøður til sjúklingar og starvsfólk hjá Ergo- og fysioterapiini.
Álvur Hansen, leiðari á Ergo- og fysioterapiini á Landssjúkrahúsinum, fegnast um nýggju umstøðurnar deildin hevur, nú flutt varð úr A-bygninginum, ið er elsti bygningurin, yvir í nýggja H-bygningin.
Ergo- og fysioterapiin flutti í H-bygningin tann 12. august og hevur virksemið tí verið í gongd har í góðar tveir mánaðir.
"Hetta hevur riggað avbera væl og vit hava funnið okkum til rættis".
Álvur viðgongur, at starvsfólk vóru eitt sindur ivandi og stúrin um flytingina og hvussu umstøður og arbeiðsgongdir fóru at verða. Men tá flutt varð, fóru fólk at finna loysnir.
YMISKAR MENTANIR Á SOMU DEILD
Flytingin inniber at tvær deildir eru fluttar saman og kenslan higartil er, at tað hevur skapað nógv betri synergi.
"Nógvar broytingar hava verið og ein partur av tí er, at ymiskar mentanir nú skulu arbeiða tætt saman. Eg má siga at eg eri jaliga yvirraskaður av hvussu skjótt Ergo- og fysioterapiin, við sínum ymisku mentanum, hava megnað at finna saman".
GÓÐAR ARBEIÐSUMSTØÐUR HÓAST BYGGIARBEIÐI
Hóast deildir eru fluttar inn í H-bygningin, so er bygningurin ikki heilt liðugur. Handverkarar eru enn at hoyra og síggja, sum sjálvandi hevur sína ávirkan á arbeiðsumstøðurnar.
“Hetta er enn eitt sindur av einum arbeiðsplássi, sum sjálvandi ikki er ynskiligt. Men hóast viðgerðarhølini partvíst hava glasfasadur, so er væl ljóðisolerað, so hetta er ikki nakað, sum ávirkar arbeiðsfriðin nakað serligt”.
Álvur fegnast eisini um góðu ljósviðurskiftini í bygninginum. Nátúrliga dagsljósið skínir inn í bygningin og merkist hetta væl, sjálvt á kontórum uttan vindeygu.
Nýggju hølini eru eisini stór og rúmlig, við stórum rúmum og gongd, sum fyri Álv var av stórum týdningi, tá hølini til Ergo- og fysioterapiina vórðu bygd.
Ein stór broyting fyri starvsfólkið er, at tey ikki hava fast pláss til teldurnar longur. Nýggju umstøðurnar líkast meira tí, sum summi kenna frá eitt nú Danmark, og hóast hetta krevur eina tilvenjing, hevur hetta víst seg at rigga væl.
SJÚKLINGURIN GLAÐUR FYRI NÝGGJU UMSTØÐURNAR
Nýggi bygningurin er eisini ein stór broyting fyri tey, sum koma inn til venjing hjá Ergo- og fysioterapiini.
"Vit hava ómetaliga góðar umstøður í venjingarhølunum. Tey, sum brúka hølið, eru ómetaliga glað fyri nýggju umstøðurnar. Vit hava nógv meiri útgerð og tað riggar væl at hava bólkavirksemi, nú hølini eru væl størri. Okkara starvsfólk hava nógv betri yvirlit og fáa betur fylgt við, tá fleiri fólk eru til venjingar samstundis”.
Meðan venjingarhølini vórðu tikin í brúk í september í fjør, so er alt virksemið við endurvenjing tó ikki flutt oman. Svimjihylurin er enn staðsettur í A-bygninginum.
ERU SERA FEGIN UM KANTINUNA
Ein tann mest eyðsýndi parturin av nýggja H-bygninginum er nýggja kantinan. Flotta opna rúmið, við góða nátúrliga ljósinum, er tikið væl ímóti av starvsfólkunum, sum higartil húsast í bygninginum.
“Kantinan er ordiliga lekkur. Har er rúmligt, ljóst og gott pláss. Vit brúka hana dúgliga, so hetta var avgjørt ein góð loysn”.
EIN VÆLNØGDUR LEIÐARI
Álvur sjálvur er serliga glaður fyri, at flytingin eydnaðist betur enn væntað.
“Tað var gott, at øll ikki flutti samstundis, tí so endaði tað kanska við, at ov nógvar mentanir brustu saman í einum. Nú hava vit vant okkum við hetta, so nú fara vit venja okkum við hini, sum fara at koma”.