Josephine prinsessa, sum var við foreldrunum og vitjaði í Føroyum fyrr í ár, flytur úr kongaligu íbúðini á Amalienborg, og inn í eitt heilt vanligt kamar á Spir Efterskole.
Skúlin liggur góðar 280 kilometrar burturi í friðarliga Eysturjútlandi, nærhendis Juelsminde.
Hon hevur sjálv valt at ganga í 8. flokki á eftirskúlanum, og verður sostatt tann fyrsti limurin nakrantíð úr kongshúsinum, sum hevur valt at fara á eftirskúla so langt heimanífrá.
Kongshúsið vil ikki gera viðmerkingar til orsøkina til, at hon hevur skift skúla. Tey vísa til tíðindaskrivið sum tey hava sent út um útbúgving og skúlagongd hjá kongsbørnunum.
Har stendur, at Josephine prinsessa hevur sjálv valt valt at ganga í 8. flokki á eftirskúlanum.
Skúlin, sum er ein av 85 eftirskúlum, sum bjóða útbúgving til 8. floksnæmingar, leggur dent á at stuðla ungum í at mennast fakliga, persónliga og sosialt í einum sterkum samfelag.