Ongi úrslit

Enn er hitabylgja í Evropa

Hvørt ár eru, serliga turistar, sum troðsa allar ávaringar

Jóhanna Højgaard
17. juli kl. 21:33

BT skrivar í dag hesa yvirskrift “Tragisk: Tusindvis er døde i spansk hedebølge” Hareftir skriva tey at 1.180 fólk eru deyð.

Túsindavís má merkja at har eru minnst 2000 deyð, so kanska er hendan yvirskriftin heldur yvirdrivin og dramatisk.

Vit hava a dimma.fo fyrr í summar skrivað um hitan í Spania og víst á sólráðini hjá sponsku mynduleikunum.

Teir lýsa dagliga við teirra sol og hita-ráðum, og somuleiðis ávara tey hvønn dag, um at man skal halda seg inni mest gjørligt, um man hevur heilsutrupulleikar.

At 1180 fólk eru deyð av hitarelateraðum orsøkum er ikki so ógvusligt í sjalvum sær, um tú spyr ein spaniara, tí í Spania eru skrásett at búgva 49,153,849 fólk.

Tað er eitt lop frá síðsta ár har bert 114 vóru skrásett. Men tað kann hava ymiskar orsøkir.

Tey sum doyggja av hita eru oftast fólk sum eru óansin, ella eldri fólk sum eru veik frammanundan.

Um man t.d. hevur alt ov høgt blóðtrýst, kan man sjálvandi ikki klára líka nógvan varma sum frísk fólk.

Hvørt ár eru, serliga turistar, sum troðsa allar ávaringar og fara út í steikjandi sólina at renna og motionera.

Eisini eru tað tey sum leggja seg a strondina allan dagin uttan parasol, ella uttan nóg mikið av vætu at drekka.

Hettar taka fleiri spaniara undir við, og halda teir ikki sjálvir at tað er heitari í ár enn onnur ár við hitabylgjum.

Men fylgjur man ikki almennu ráðunum, so kann tað sjálvandi gerast hættisligt.

Sponsku sólráðini https://dimma.fo/grein/ogvuliga-heitt-sunnanfyri

Accuweather

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45