Ein DNA-kanning knýtir nú seriu-drápsmannin Ted Bundy, sum var avrættaður í 198, revsaður fyri síni mongu óhugnaligu dráp.
Eitt dráp av einari 17 ára gamlari gentu í 1974 hevur líka inntil nú verið óloyst, men DNA hevur nú víst á, at tað er Bundy sum drap hana. Hettar skrivar miðilin AP.
Gentan hvarv undir Halloween, og var ikki funnin deyð fyrr enn ein mánað seinni. Hon var funnin nakin, bundin og misnýtt.
Ted Bundy var, tá hann var avrættaður, hildin at hava dripið í minsta lagið 30 gentur og kvinnur. Við nútímans kanningarleisti og tøkni, kann henda at hettar talið enntá vísur seg at gerast enn hægri.