Ongi úrslit

Enn ein heiðursløn til Dropar

Nám
15. oktober kl. 23:10

Dropar 8 var í dag heiðrað við silvurheiðursløn á hátíðarhaldi á bókamessuni í Frankfurt.

Dropar 8 er onnur bøkin í røðini til føroyskt í hádeild, sum Nám gav út í 2024. Dropar 8 er tekstsavn við stuttsøgum, yrkingum, fotomyndum, skaldskapi av mannamunni og yrkistekstum.

Til bókaheildina hoyra Dropar 7 og 9, lærarabøkur og talgildar útgávur. Í arbeiðnum við bókunum, er áherðsla løgd á hóskandi tilfar til aldursbólkin, sum vendir sær til bæði kynini, bæði hvat viðvíkur høvuðspersónum og høvundum, eldri og nýggjari verkum, umframt at uppseting og myndaliga tilfarið hóskar til veruleikan hjá næmingum í dagsins samfelag.

Lív Ingolfsdóttir Magnussen og Annelisa Rasmussen hava skrivað og lagt tilfarið til rættis, og Savna og Føroyaprent hava staðið fyri sniðgeving og prenti.

Tað er dómsnevndin í BELMA (Best European Learning Materials Award), sum á hvørjum ári heiðrar lærubøkur á týsku bókamessuni. Í 2024 varð Dropar 7 heiðrað við gullheiðurslønini.

Nám og ritstjórnin í Dropum takkar hjartaliga fyri viðurkenningina av bókini. Tað hevur stóran týdning fyri eitt lítið forlag at fáa slíka viðurkenning, og vit gleðast um, at forløgini úr øðrum londum vísa okkara útgávum ans.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Er meldaður fyri blúnisbrot

22 tímar síðan