Ongi úrslit

Emilia er komin til Kanarisku oyggjarnar

Vindstyrkin er higartil máldur upp í 140

© Todo Alicante
Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Miðilin Todo Alicante boðar frá, at ein Òdn sum hevur fingið navnið Emilia, er nú komin í land á Gran Kanaria, spanska oyggjin sum nógvir føroyingar dáma væl at ferðast til.

Og hóast fá kenna til storm og ódnir sum føroyingar, so er best at lurta eftir tá sponsku myndugleikarnir eru á varðhaldi. Ørvîsi andslag og ymisk veðurfyribrigdi, kunnu onkuntið taka ein av bóli.

Ódnin hevur longu elvt til órógv á flogferðsluni á Kanariuoyggjunum. Fleiri flogferðir á øðrum oyggjum (íroknað Tenerife Norð og La Palma) eru eisini avlýstar ella seinkaðar.

Flogvøllurin (LPA) er framvegis opin, menSeinkingar, avlýsingar og umlegging av flogferðum kunnu koma fyri, serliga tá vindurin er harðast.

Tilmælt verður tí ferðafólki at kanna flogstøðuna beinleiðis við flogfelagið á fráferðardegnum, tí støðan kann broytast skjótt.

Sponsku myndugleikarnir hava givið ávaring um hálku í høgum fjallaøkjum, nógv regn, hvassan vind, stórar aldur og ódnartøk.

Fleiri kommunur hava avlýst tiltøk og stongt av atgongd til strendur og onnur sjóøkir.Eisini heita tey á borgarar og ferðafólk um at halda seg innandura, meðan ódnin er í hæddini.

Vindstyrkin er higartil máldur upp í 140 km/t. Nógv regn, heglingur og kavi kann elva til lokala vatnflóð, serliga í norðara økinum og fjallaøkjum.

Sera høgar aldur gera strandarøki ógvuliga hættislig . Higartil eru ongar fráboðanir um umfatandi skaðar, men alarmsentralurin fylgir neyvt við støðuni.

Í dag, leygardag, verður væntandi ringasti dagur. Í morgin verður stigvís betring.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14