Ongi úrslit

Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri avgjøldum!

Eru enn fleiri avgjøld á veg, nú nýggj veðurlagslóg skal leggjast fram? Tann fyrispurning hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Tingkvinna fyri Fólkaflokkin
12. sepember kl. 15:09

Húsarhaldini hava tað tungt. BK 17 hevur longu gjørt tað munandi dýrari at byggja. Harafturat gjørdi Ingilín Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnan tað ikki lættari fíggjarliga hjá húsarhaldunum, tá fólk vórðu tvingað yvir á jarðhita, fjarhita ella hitapumpur.

Føroyski landbúnaðurin, sum fær lítlan og ongan studning, kappast við landbúnaðarvørur úr ES, sum eru munandi meira stuðlaðar. Tí tolir tann føroyski landbúnaðurin als ikki nøkur gjøld yvirhøvur.

Viðvíkjandi framleiðslu ídnaðinum er rættiliga eyðsæð, at tað bara er fiski- og alivinnan farast kann eftir. Har fara grøn gjøld at versna munandi um kappingarførið.

Fólkið og vinnan eiga at fáa at vita, hvørja ávirkan á teirra dagligdag ein ætlað veðurlagslóg fer at fáa. Tí hevur undiritaða sett hesar spurningar:

 

Spurningarnir, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir setur, eru hesi:

  1. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini?

  2. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á landbúnaðin/bøndur?

  3. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna?

  4. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.?

  5. Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum?

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03