Ongi úrslit

Elin Ludvig er nýggjur stjóri á Dugna

Elin hevur verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum á deildini Arbeiðsbúgving í 10 ár

Dugni
Í gjár kl. 11:11

Tað er Elin Ludvig, ið hevur drúgvar royndir innan arbeiðsmarknaðarøkið í Føroyum sum er sett sum nýggjur stjóri á Dugna.

Elin hevur verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum á deildini Arbeiðsbúgving í 10 ár, so hon kennir væl føroyska arbeiðsmarknaðarøkið, og til borgarar við ymsum skerjingum í arbeiðsførðinum, og hvussu teir kunnu hjálpast á leið fyri at fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin aftur. 

Harafrat hevur Elin nógv ára royndir sum sosialráðgevi innan barnaverndartænastu og asyløkið í Danmark. Umframt útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði, hevur Elin eisini útbúgving innan diplom í leiðslu.

Áhugin fyri starvinum var stórur og vóru 28 umsøkjarar í alt.

Hon tekur við starvinum 1. august 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sissal fær mína atkvødu

14. mai kl. 22:14

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00