Ongi úrslit

Elin leggur føroysku-grønlendsku orðabókina fram

Orðabókin verður latin upp á tiltaki í forhøllini í Varpinum í Klaksvík tann 30 oktober kl. 19

sprotin.fo
29. oktober 2024 kl. 18:56

Elin Neshamar er komin heim aftur til Føroya og hevur seinastu 4 árini skrivað stóra føroyska – grønlendska orðabók. Hetta er seinna partur av orðabókagreipuni, sum farið varð undir í 2018.

Hetta stórverkið hevur hon fullfíggjað saman við mammu síni Lenu. Orðabókin verður latin upp á tiltaki í forhøllini í Varpinum í Klaksvík tann 30 okt. kl. 19

Skrá

- Jonhard Mikkelsen býður vælkomin
- Torbjørn Jacobsen syngur ein góðan grønlendskan
- Elin Neshamar leggur orðabókina fram
- Lena Neshamar: Um at læra grønlendskt mál og mentan
- Norðurlendskur studentaflokkur, sum er her í løtuni, ber eina heilsan
- Edmund Joensen greiðir frá, hvussu fígging fekst í lag
- Ein tøkk frá grønlendingum – Mari í Løðuni
- Felagssangur – Tjóðsangirnir báðir

Vit vóna, at nógv fólk kemur í Varpið mikukvøldið at heiðra møðgurnar við sjaldsama avrikinum.

Aftan á framløgurnar verður høvi at práta saman og onkrir leskiligir bitar verða bodnir gestunum

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41