Ongi úrslit

Elin á Rógvi fekk barnamentanarheiðurslønina

M. A. Jacobsens barnamentanarheiðurslønina fekk Elin á Rógvi fyri bókina Fornt

torshavn.fo
14 tímar síðan

M. A. Jacobsens mentanarheiðurslønirnar vórðu handaðar í kvøld.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2025 verður latin Elini á Rógvi fyri bókina Fornt.

Fornt er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, Fornt.

Heitið sipar til fornu sagnirnar, men speglar eisini navnið á telduspæli, sum nógv í Føroyum kenna. Fornt dregur og lokkar, eins og nykurin gjørdi fyrr. Sagnirnar gerast livandi, har børnini varnast ella jagstra.

Trupulleikin við skíggjum, ið eru stóra marran hjá foreldrum, verður væl lýstur. Høvundurin setir seg í støðuna hjá børnunum og teimum ungu, og samstundis fáa foreldrini eitt innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina.

Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir Fornt brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið er á føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum.

Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum.

Fornt er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning, sum heldur fast í lesaran – til síðsta punktum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

14 tímar síðan

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

23 tímar síðan