Ongi úrslit

Eldur í Havn: Vegurin verður stongdur í alla nátt

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Arbeiðið at sløkkja eldin, um kom í eini hús í Hornabø í kvøld, er nú liðugt.

Men kortini verður brandvakt á staðnum í alla nátt fyri at tryggja, at eldurin ikki kyknar aftur. Og í tí sambandi verður J.C Svabosgøta, ímillum Háskúlaveg og Hornagøtu, stongd, tí neyðsendarakfør standa í J.C. Svabosgøtu.

Løgreglan heitir staðiliga á ørindaleyst um at halda seg burtur, tey siga annars, at har hevur verið rættiliga nógv fólk og forvitnast, og tað tarna arbeiðnum

Fólk vóru inni, men tey komu út í øllum góðum og tey hava greitt frá, at eingin annar var í húsunum. Eitt av teimum fór á Landsshjúkrhúsið til kanningar fyri roykeitran.

Men løgreglan sigur, at húsini skulu kannast út í æsir og tað er fyri at tryggja at eingin annar er inni - og tað er vanlig mannagongd í slíkum førum, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10