Ongi úrslit

Eldur í Havn: Fólk skulu framvegis halda seg burtur

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Fyrr í kvøld kom eldur í eini hús í Hornabø í Havn. Sum vit skrivaðu í áðni, heitti løgreglan á fólk um at halda seg burtur. Løgreglan sigur, at tamarhald er støðuni, men enn er vegurin avbyrgdur - og tað verður hann í minst ein tíma afturat, ella til klokkan 23 í kvøld, til støðan er tryggjað.

Løgreglan sigur, at har er nógv størri ferðsla enn vanligt av fólki, sum koma at forvitnast og tað tarnar arbeiðnum.

Løgreglan veit ikki enn, hvussu stórur skaðin er, men at síggja til, eru húsini illa farin.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10