Ongi úrslit

Eldraleikirnir á Eiði eydnaðust sera væl

VEKS
11. sepember kl. 16:00

Í gjár, 10. september 2025, var VEKS vertur fyri Eldraleikum. Eldraleikir eru eitt afturvendandi og vælumtókt tiltak, sum síðan 2024 hevur verið fyriskipað í felagsskapi millum Terapi eindirnar í Tórshavnar kommunu, Bú- og Heimatænastan Suðuroy, VEKS og NB Fysioterapi. Luttakararnir eru borgarar, ið vanliga taka lut í fyribyrgjandi venjingum.

Hetta er fyrstu ferð, at VEKS er vertur, og dagurin eydnaðist avbera væl. Kl. 10.00 vóru áleið 150 luttakarar savnaðir í Ítróttarhøllini á Eiði, har Sarita Vesturdal Vesturtún, terapeutiskur leiðari hjá VEKS, bjóðaði vælkomin. Síðani helt Páll á Reynatúgvu, stjóri hjá VEKS, eina røðu, áðrenn luttakararnir fóru í holt við 15 ymiskar postar í høllini.

Eftir kappingarnar fóru øll oman í Hólmahúsið á Eiði, har borðreitt var við góðum døgurða og drekkamunni. Tá úrslitini vórðu kunngjørd, gjørdist greitt, at tað vóru nólsoyingar, sum í ár vunnu heiðurin sum besta lið.

Dagurin endaði við einum frískligum gongutúri runt um vatnið.

VEKS takkar hjartaliga fyri góða uppmøting og gleðir seg longu til næstu ferð, Eldraleikirnir verða á skránni. Somuleiðis takkar VEKS Eiðis kommunu fyri stuðulin av ítróttarhøllini og Hólmahúsinum og Kirvi fyri leskandi brúsivatn. 


Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10