Ongi úrslit

Eitt vegastrekki var oljudálkað - og tveir førarar fáa bót

Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 08:11

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið fittligt hjá løgregluni. Fyrrapartin í gjár varð kortini ringt at boða frá, at olja var á vegnum í Syðrugøtu. Tað var so mikið av olju, at sløkkiliðið mátti til at reinsa vegin aftur- men tey fingu ikki greiði á, hvør syndarin var.

Annars varð ein bilførari tikin fyri at koyra ígjøgnum krossin ímillum Hvítanesvegin og Ringvegin, hóast hann hevði reytt ljós og tað fær hann bót fyri.

Og norðan fyri var ein ungur drongur tikin á skutara. Hann hevði aldur at koyra skutara, men hann hevði kortini ikki tikið koyrikortið.

Løgreglan sigur, at sostatt fær eigarin eisini bót fyri at hava latið skutaran upp í hendurnar á einum, sum ikki hevði koyrikort.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

10 tímar síðan